Loading Events
Nær
03. mai 2026 kl. 17 - 17:01
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 20

Umhvørvisvikan: Familjubio – Flow

Høli: Høllin
Longd: 84 min

Menniskjaættin er horvin úr heiminum, men nærvera teirra setir framvegis spor í villu náttúruni. Í hesum troystarleysa landslagi livir ein ketta, sum dámar best at halda seg fyri seg sjálva, men tá heimur hennara verður rakt av flóð, verður hon noydd umborð á ein bát saman við ymiskum øðrum djórum.

Flow er ein heilt serstakur, vakur og kensluliga sterkur teknifilmur, sum í stóran mun letur djórini vera og bera seg at, soleiðis sum djór gera í náttúruni. Filmurin hevur bæði vunnið ein Oscar og ein Golden Globe fyri besta animatiónsfilm í 2025.

Leikstjóri: Gints Zilbalodis
Land: Lettland
Mál: Eingin (menniskja)tala
Aldur: Filmurin er loyvdur øllum, men er í støðum kensluborin, og tí viðmæla vit filmin úr 6 ár.

Hetta er bert eitt av tiltøkunum til familjudagin Trýst her, um tú vilt lesa alla skránna.