Umhvørvisvikan: Komposthúsið
Høli: Klingran
Longd: 3 tímar (støkk-inn)
Á hesi praktisku verkstovuni fáa familjur eina einfalda og greiða fatan av kompostering, moldbygnaði og matdyrkan. Luttakarar byggja ein plantupott í fleiri løgum við natúrligum tilfari, og ovast verða blómukarsi-fræ sátt. Heima aftur í vindeygakarminum komposterar tilfarið so líðandi yvir alt summarið og verður til føðslu fyri vaksandi plantuna, og so hevur tú okkurt at eta! Eitt livandi dømi um eina føðsluringrás.
Hvør hevur verkstovuna?
Tjóðhild Patursson, ið eigur og rekur matstovurnar Tita í Norðurlandahúsinum og Ástaklokkuna. Verkstovan hóskar seg til allar aldursbólkar. Eingin forkunnleiki krevst.
Hetta er bert eitt av tiltøkunum til familjudagin. Trýst her, um tú vilt lesa alla skránna.