Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
21. februar 2025 kl. 16:30 - 16:31

Undansýning: Always Outnumbered, Never Outgunned

Høli: Høllin
Longd: 75 min.

Lætt ábit frá kl. 15.45.

Vælkomin til forkunnuga undansýning av filminum «Always Outnumbered, Never Outgunned»!

«Always Outnumbered, Never Outgunned» er ein lættur og hugtakandi heimildarfilmur, ið fylgir trimum føroyskum tónleikarum og tónleikabólkum á ferð á showcasefestivalinum The Great Escape í Brighton. Har royna tey at gera vart við seg í altjóða tónleikavinnuni og at taka næsta stigið inn á altjóða pallin.

Hvat skal til? Hvussu kemst víðari? Og hvat er ein showcasefestivalur í veruleikanum?

Filmurin tekur okkum tætt at upplivingunum hjá Joe & the Shitboys, Elinborg og Aggrasoppum. Vit fáa eisini innlit í, hvat onnur í tónleikavinnuni halda um tónleikavinnuna í Føroyum og føroyska tónleikapallin í 2024/2025.

Áðrenn filmin verður eitt stutt pallborðsprát við fleiri av tónleikarunum, sum eru við í filminum. Her hitta vit eisini Jørgen Nordby, sum hevur gjørt filmin.

Luttakarar eru m.a.:
Joe & the Shitboys
Elinborg
Aggrasoppar

Mál
Filmur: Enskt og føroyskt við enskum undirteksti.
Pallborðsprát: Norskt og føroyskt

Fyriskipari: FMX í samstarvi við Norðurlandahúsið