

Støða: Útselt
Høli: Skálin
Longd: 60 min.
Fyrsta apríl 1919 fóru tríggir bátar á havið, tvey seksmannafør og eitt fýramannafar við fýra monnum. Harðasti streymur var og mysing , men ørgrynna av fiski. Skjótt drógu allir upp í bátarnar og koyrdu segl á aftur at landi. ….
Tá ið tað var blivið hálvmyrkt, og eingin bátur var komin, var eingin ivi um, at ein vanlukka var hend. Sjey menn tóku seg saman at fara at leita eftir teimum. Lykt høvdu teir við sær. Um ta tíðina, tá ið teir vóru komnir út fyri Hæl, varð ein sovorðin bøla niða, at ein sá einki burtur frá sær, og munnu teir tá hava rógvið seg á land. Eingin dugdi at svimja, hvørki á fýramannafarinum ella seksmannafarinum….
Fólk í bygdini fóru til gongu út í Hælin og róptu, um nakar var har. Har kom einki aftursvar. Deyðans tøgn hevði tikið alt í sín kalda favn. Einans eitt tjaldur læt sítt klipp, klipp sum ein gravarsang yvir teimum, ið farnir vóru.
– Brot úr Hest søgu efitr Jens Chr. Poulsen
Hugskot og stigtakan: Gunnvá Zachariasen
Leikrit: Gunnvá Zachariasen og Marita S. Dalsgaard
Framleiðsla: TVAZZ í samstarvið við Leikhús SKIFT
Leikari: Gunnvá Zachariasen
Leikstjóri: Marita S. Dalsgaard
Tónasmið: Anna Katrin Ø. Egilstrøð
Ljóssnið: Silje Grimstad