Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
07. mars 2025 kl. 19 - 21
Prísur
Ókeypis atgongd

Uppskotið fall – hvat nú?

Seinastu árini er kjakið um abort vorðið alsamt sjónligari. Tá ið uppskotið um at dagføra abortlógina á vári í fjør fall við 15 atkvøðum fyri og 15 ímóti, tagnaði kjakið tó aftur.

Men hvør er almenni hugburðurin til abort í dag? Hvussu hevur kjakið flutt seg hesi árini? Og hvønn leiklut eiga menn at hava?

Nýggjar kanningar geva ábendingar um, at meirilutin av føroyingum er fyri fríari abort, og at eingin stórvegis munur er á, hvat kvinnur og menn halda.

Hinvegin bendir nógv á, at eitt nú landafrøði, átrúnaður og politisk hugsjón eru avgerandi fyri, hvønn hugburð vit hava til fría abort.

Saman við serfrøðingum og eygleiðarum fara vit at spyrja: Hvussu fáa vit eitt nýtt uppskot um at dagføra okkkara lóggávu um abort?

Skráin:

  • Heini í Skorini, ph.d. og lektari á Setrinum, greiðir frá um niðurstøðurnar frá kanning um hugburð til abort í Føroyum.
  • Turið Nolsøe, ph.d. og postdoc á Syddansk Universitet, hugleiðir um kjakið um abortlóggávuna.
  • Orðaskifti um abort og hvussu lóggávan kann dagførast.

Luttakarar eru:

  • Regin Berg, stjórnmálafrøðingur og granskari
  • Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentafrøði
  • Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari á Javnstøðuskrivstovuni
  • Sigrið Mohr Leivsdóttir, stjórnmálafrøðilesandi og nevndarlimur í Fríum Vali

Óluva Zachariasen er vertur og orðstýrari.

Undan og eftir innsløgini framførir Guðrið Hansdóttir nøkur løg.

Les um hini Femifagnaðartiltøkini her: Femifagnaðartiltøk

Ókeypis atgongd. Øll eru vælkomin!

Tiltakið er liður í Femifagnaðinum 2025.