Samstarvið ímillum Teit og trio’ina Dreamer’s Circus byrjaði við eini upptøku av Brestiskvæðnum, sum kom út í 2022. Síðani vóru teir á konsertferð á jólum í fjør, sum legði lunnar undir eina útgávu, sum er innspæld í Hoydølum í ár.
Talan er um moderniseringar av gomlum tilfari, sum vit hoyra um jóltíðir, við útgangsstøði í fólkatónleiki og tí, at víkingar og fólk í norðurlondum feiraðu stytsta dagin og yule við jólatræ, mistilteini.
Dreamer’s Circus er mettur av vera ein tann besti fólkatónleikabólkurin í Norðanlondum, teir hava vunnið nógvar virðislønir og spæla konsertir kring allan knøttin.