Útgávukonsert Wolfgang & Bloody Dice
Tónleikurin hjá Wolfgang er bygdur á melodiskan vokal, kórrøddir og skríggjandi gittarar, har tungi bassurin og trummurnar halda rokktokið koyrandi.
Um plátuna “Wolfgang”
Sjálvnevnda plátan hjá Wolfgang er ikki bert ein vanlig tónleikaútgáva. Tað er eisini samanumtøka av søguni hjá kenda føroyska Hard Rokk bólkinum.
Bólkurin kom fram sum partur av føroysku rokk-rørsluni í nítiárunum og skein bjart til ljósið sløknaði fyrst í 00’unum.
Limir í bólkinum hava seinni sett teirra fingramerki á heimstónleikin við Týr og spælt runt landið í ymsum samanhangum. Vinarlagið millum limirnar og felagsskapurin í bólkinum hevur tó altíð verið har. Har sum hjarta var, var eisini Wolfgang!
Plátan er ognað øllum góðum vinum, ungum vónríkum tónleikarum og øllum við stórum dreymum.
Á plátuni eru 11 nýinnspæld løg, tey flestu nýggj, meðan trý av løgunum frá 90 árunum eisini hava fingið sítt pláss í nýggjum hami.
Til útgávukonsertina vera eisini merc til sølu.
Meira á tutl.com: https://www.tutlrecords.com
Bloody Dice (DK)
Tilbage til rødderne – Guitar, bas, trommer, sang og attitude! Sådan beskriver “Bloody Dice” selv deres hårdtslående, bluesinspirerede, beskidte Rock n’ Roll, som undervejs også er blevt døbt “Benzinrock”
Fire rutinerede musikere, som alle har været aktive i det Københavnske Rock miljø i en lang årerække, har fundet sammen med en fællesvision.
Bandets vision er at spille musik på den måde som de selv gerne vil høre musik, med dynamik, og “swing”. Missionen er at fremhæve det det simple og ærlige udtryk, og finde tilbage til kernen.
“Vi går efter den ærlige lyd hvor musik lyder som den er spillet af mennesker og ikke maskiner. Vi skal have varmen og dynamikken tilbage, vi skal omfavne det uperfekte og upolerede, fordi at det er det som gør forskellen”.
Leinka til heimasíðuna https://www.bloodydice.com