Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
16. oktober 2025 kl. 21 - 21:01
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis atgongd

Val á veg – politiskt kjak um abort og fíggjarlógaruppskotið

Endamálið er einfalt: At gera veljaran betur ílatnan, meira forvitnan og kláran at seta krossin í 2026.

Tað verður Tórsgøta, sum serverar karmarnar, meðan Frihedsbrevet syrgir fyri innihaldinum. Og saman skapa tey eitt rúm, har veljarin sleppur heilt nær at politiska veruleikanum.

Ætlanin er at skipa fyri fleiri afturvendandi tiltøkum, har allir flokkar verða bodnir við. Og spurningarnir vit seta eru relevantir og krevja svar frá fólkinum.

Startskotið‍

Longu 16. oktober verður fyrsta høvið at seta seg á fremstu røð, tá kjakið fer at snúgva seg um fíggjarlógaruppskotið og abort – tveir av teimum mest aktuellu politisku spurningunum í løtuni.

Tú burdi komið framvið

Tí tú fært høvið at hoyra politikararnar seta orð á teir stóru avbjóðingarnar.

Tí hetta er staðið, har kjakið ikki verður redigerað, men opið og ósensurerað.

Tí tú eisini fært møguleika at seta spurningar og luttaka aktivt í kjakinum.