Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
15. mars 2025 kl. 19:30
Prísur
DKK 250 – 385

Várkonsertin 2025

Høli: Stórhøll
Longd: 90 min (eingin steðgur)

Heimsins mest dramatiska deyðsmessa við stórum symfoniorkestri, kóri, og ikki minni enn fýra altjóða sangsolistum og gestadirigenti.

Dirigentur: Fredrik Burstedt (SE)

Solistar: Sopran Agnes Thorsteins (ÍS), Mezzosopran Emma Sventelius (SE), Tenor Bror Magnus Tødenes (NO), Bassur Zaza Gagua (GEO)

Verdi Requiem 
Áðrenn Giuseppe Verdi fylti 60 ár, var lítið, sum bendi á, at hann fór at skriva eina av heimsins mest dramatisku deyðsmessum. Hann skal enntá hava sagt: “Har eru so nógvar deyðsmessur, hví skuldi eg skriva eina afturat?”

Men ætlanir broytast. Tá Verdi var 55 ára gamal, doyði hansara stóra fyrimynd, Gioacchino Rossini. Verdi og onnur italiensk tónaskald fóru í holt við at skriva eina felags deyðsmessu til minnis um Rossini, har Verdi skrivaði seinasta satsin, Libera me.

Verkið varð ongantíð framført. Fimm ár seinni doyði yrkjarin Alessandro Manzoni, ein onnur stór fyrimynd. Verdi skrivaði, nú 60 ára gamal, eina deyðsmessu fyri Manzoni.

Í 1874 varð Requiem frumframført í Markuskirkjuni í Milano og fáar dagar seinni í La Scala. Verkið fekk framúr móttøku og varð framført kring heimin, í New York, London, París, Argentina og Egyptalandi.

Verdi skapaði eina stórsligna og inniliga deyðsmessu, men pávin bannaði seinni tónleiki við orkestri og kvinnuligum solistum í katólsku kirkjuni. Í 1902, tvey ár eftir deyða Verdis, legði katólska kirkjan verkið í søguliga gloymsku, har tað lá í tríati ár. Í 1939 reis verkið upp aftur, varð innspælt og hevur síðani verið framført í konserthøllum um allan heim.

Sopran: Agnes Thorsteins (ÍS)
Agnes Thorsteins, úr Íslandi, hevur útbúgving frá Universität für Musik und darstellende Kunst í Wien, har hon hevur lisið hjá fremstu professarum. Hon hevur eisini luttikið í masterclass hjá framúr solistum sum Anne Sofie von Otter og Dame Kiri Te Kanawa. Agnes framførir regluliga í størstu konserthøllunum í Europa.

Mezzosopran: Emma Sventelius (SE)
Emma Sventelius, úr Lund í Svøríki, hevur bachelor frá Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn og tók sítt prógv í Wien. Hon fekk sín fyrsta altjóða leiklut sum Suzuki í Madame Butterfly á Deutsche Oper am Rhein.

Tenor: Bror Magnus Tødenes (NO)
Norski tenorurin Bror Magnus Tødenes er ein av mest gávaðu sangúrmælingunum í Skandinavia. Hann hevur framført á Wiener Staatsoper og fleiri leiðandi operahúsum. Í 2015 vann hann bæði fyrsta plássið og áhoyraraprísin í Renata Tebaldi-kappingini.

Bassur: Zaza Gagua (GEO)
Zaza Gagua, úr Tbilisi í Georgia, byrjaði sum løgfrøðilesandi, men valdi síðan tónleikin. Hann hevur útbúgving frá Tbilisi State Conservatory og hevur lisið í Helsinki og Stokkhólmi. Nú starvast hann á Staatstheater Darmstadt í Týsklandi.

Dirigentur: Fredrik Burstedt (SE)
Fredrik Burstedt, úr Svøríki, var violinistur og konsertmeistari í mong ár. Nú er hann ein umbiðin dirigentur. Hann hevur samstarvað við orkestur í Svøríki, Noregi, Danmark og Týsklandi. Fredrik hevur fingið fleiri heiðurslønir, m.a. Herbert Blomstedt-stipendium.