Loading Events
Nær
14. mars 2026 kl. 19:30 - 19:31
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 250 – 365

Várkonsertin 2026

Høli: Høllin
Longd: 110 min (íroknað steðg)

Eftir eina nýggjárskonsert, ið var á tremur við føroyskum solistum, heldur symfoniorkestrið fram at samstarva við føroyskar solistar. Á várkonsertini spælir klaverúrmælingurin Aksel Remmel klaverkonsert nr. 2 eftir Sergej Rachmaninov og síðani verk eftir tónaskaldið Eli Tausen á Lava. 

Føroya Symfoniorkestur spælir eisini várkonsert í Varpinum 15. mars.

Eli Tausen á Lava
Eli Tausen á Lava er virkin sum tónaskald, klaverspælari og elektroniskur tónleikari. Við masterútbúgving í tónasmíði frá New York University hevur Eli seinastu árini samstarvað við BBC Scottish Symphony Orchestra, Helsingborgs Symfoniorkestur, The Rhythm Method, Aldubáruni og nú eisini Føroya Symfoniorkestri.

Orkesturverkið let me cry gjørdist eitt satt gjøgnumbrot fyri Eli. Verkið varð frumframført í 2024 á Nordic Music Days í Skotlandi. Hetta vakti stóran ans, og fleiri evropeisk orkestur hava síðani sett verkið á skrá.

Føroyskur solistur
Aksel Remmel er klaverleikari og hevur lokið masterútbúgving á Kongaliga Konservatoriinum í Keypmannahavn í 2025 hjá Jens Elvekjær, professara. Aksel vann í 2021 tónleikakappingina Stella Polaris fyri ungar klassiskar tónleikarar, og hann hevur áður framført saman við Føroya Symfoniorkestri. Á várkonsertini spælir Aksel Remmel á fyrsta sinni eina heila klaverkonsert við symfoniorkestri.

Rachmaninov skrivaði klaverkonsert nr. 2 í árunum 1900 og 1901. Eftir eina katastrofala frumframførslu, har Rachmaninov sjálvur spældi klaver, gjørdist klaverkonsertin eftirfylgjandi eitt av mest spældu verkum hansara.

Tjajkovskij 4. symfoni 
4. symfoni eftir Tjajkovskij varð skrivað millum 1877-1878. Verkið snýr seg um fatum, sum merkir lagna á latínskum, og er tí eisini kent sum lagnusymfoniin. Verkið varð skrivað, meðan Tjajkovski fór gjøgnum djúpa persónliga kreppu, sum hoyrist aftur í hugtunga og dramatiska tónleikinum. Hóast symfoniin fyrst varð móttikin við blandaðum reaktiónum, so er verkið í dag mett at vera millum týdningarmiklastu verkum eftir tónaskaldið og verður framført kring allan heimin.

Catherine Larsen-Maguire 
Catherine er fødd í Manchester og hevur seinastu 30 árini verið búsitandi í Berlin. Hon las tónleik á Cambridge University, í Hannover og á Karajan Akademinum í Berlin.

Eftir tíggju ár sum solofagottistur í Komische Oper Berlin tók Catherine í 2012 avgerð um at fara eftir dirigentdreyminum. Síðani hevur hon staðið á pallinum við framúr góðum orkestrum, eitt nú London Philharmonic, BBC National Orchestra of Wales, Berliner Radiosymfoniorkestri, Orchestre du Capitole de Toulouse og Hong Kong Sinfonietta.

Við brennandi áhuga fyri unga ættarliðnum av tónleikarum hevur hon undirvíst og stjórnað ungdómsorkestrum kring heimin og verið gestaprofessari á Universität der Künste í Berlin.

Føroya Symfoniorkestur hevur gjørt 4-ára samstarvsavtalu við Catherine.

Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire (UK)
Solistur: Aksel Remmel (FO)