Venjarin hjá børnunum, breiddini og teimum bestu
Undir yvirskriftini “Venjarin hjá børnunum, breiddini og teimum bestu”, verður venjaraleiklutrin settur á breddan.
Hvussu kunnu vit arbeiða fyri, at venjaraleikluturin verður raðfestur enn hægri í ítróttafeløgum í Føroyum? Hvør kann gerast venjari hjá børnunum, og hvussu skapa vit góðar venjarar? Hvussu tryggjar eitt felag eitt mennandi umhvørvi fyri venjararnar og venjaratoymið í felagsskapinum, og hvussu tryggja vit mennandi venjingarumhvørvið, har øll kenna seg væl og mennast?
Til høvið hava vit boðið Claus Dalgaard-Hansen til Føroya. Claus hevur drúgvar royndir sum venjari hjá børnum og ungum, Claus Dalgaard-Hansen hevur verið virkin í hondbóltsheiminum í fleiri áratíggju og hevurdrúgvum royndir sum venjari hjá børnum og ungum.
Frá 2008 til 2018 var Claus Dalgaard-Hansen ungdómslandsliðsvenjari og talentstjóri í Danska hondbóltssambandinum (DHF), har hann arbeiddi við at menna ungar leikarar, sum vit í dag meta sum heimsins bestu. Hann hevur eisini verið hjálparvenjari hjá donsku A-landsliðnum hjá monnum og luttikið í fleiri altjóða kappingum.
Seinastu árini hevur Claus Dalgaard-Hansen virkað sum talentmennari hjá Norska Hondbóltssambandinum, har hann arbeiðir við at menna framtíðar úrvalsleikarar, og hann hevur ábyrgd av at styrkja arbeiðið hjá feløgum í Noregi at menna teirra leiakratilfeingi.
Claus Dalgaard-Hansen er kendur fyri sínar framkomnu hugsanir um venjingarumhvørvi, talentmenning og týdningin av at síggja leikarar sum samansett menniskju, har tað ikki bara snýr seg um ítróttin. Hann hevur víst á týdningin av at skapa tryggar karmar fyri ungar leikarar og at leggja dent á trivnað og menning heldur enn bert úrslit. Hann hevur eisini tosað um týdningin av at samstarva tætt millum feløg, útbúgvingarstovnar og hondbóltssambond fyri at tryggja eina heildarmenning av leikarum.
Skrá:
Kl. 19:00 : Vælkomin
Kl. 19:15 : Claus Dalgaard-Hansen: Hvussu styrkja vit venjaraleiklutin í feløgum kring landið
Kl. 20:15 : Steðgur
Kl. 20:30 : Umboð frá sambondum og feløgum siga stutt um teirra arbeiði við at menna teirra venjarar
Kl. 21:00 : Kjak