Loading Events
Nær
22. mars 2026 kl. 16 - 16:01
Hvar
Føroya Fólkaháskúli
Prísur
DKK 2,20

Verkstaður í friði sum tilvitað val

Friður kemur ikki av sær sjálvum. Friður er eitt tilvitað og aktivt val og ein ávísur háttur at verða í verðini. At liva í friði snýr seg um hvussu tú svarar lívinum aftur – í hugsan, gerðum og medferð. Verðin vil hava broyting, og broytingin byrjar í einum sjálvum.

Á hesum verkstaði fert tú at uppliva bergtakandi náttúruna í Føroyum. Í arbeiðinum við at sansa, vera í kvirruni og við vegleiðing, fært tú innlit í, hvussu náttúran kann stuðla tær í at fáa samband við friðin í tær sjálvum og skapa eitt tilknýti millum teg og heimin, tú ert partur av.

Undirvíst verður í ymiskum meditatiónshættum, einføldum amboðum og gomlum siðvenjum, sum kunnu hjálpa tær at finna frið og eitt gagnligt tilknýti til tína egnu leið í lívinum.

Verkstovan bjóðar tær at arbeiða við First Peace (Fríði sum tilvitað val), Second Peace (Frið í tær sjálvum) og World Peace (Heimsfriði). 

Í Friði sum tilvitað val venda vit uppmerkseminum inneftir: Vit lurta eftir kvirruni í okkum sjálvum og finna tað sum vil verða sætt og fevnt. Innari friður er staðið í tær sjálvum, har tú kanst luttaka í øllum tí, sum er.

Í Friði í tær sjálvum lata vit hjartað upp mótvegis øðrum: Vit venja okkum at møta øðrum við blýdni og at lurta uttan verjugarðar. Friður millum menniskju byrjar í háttinum vit hyggja at og tosa við hvønn annan.

Í Heimsfriði fara vit inn í eina stórri ringrás – ein ringrás har friður knýtur menniskju saman. Sjálvt tá ið heimurin tykist myrkur og vónleysur, er hvør løta ein møguleiki fyri broyting. Tá tú velur frið í hugsan, gerðum og tínum hátti at verða til í verðini, hevur tú jalig árin á tíni medmenniskju. At velja frið sum livihátt er ikki bert ein persónlig ferð, tað er eisini eitt tilvitað val um at stuðla friðinum í heiminum.

Undirvísari er psykoterapeutur MPF, Maria Holm Iversen.