Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
14. mars 2025 kl. 17 - 20
Prísur
Tilmeldingar prísur

Verkstova í Electronic Press Kit (EPK)

Vit skipa tí fyri eini verkstovu, sum savnar alt hetta: Ein verkstova um at skapa eina fullfíggjaða, greiða og professionella talgilda marknaðarføringsmappu (EPK).

Hvat er ein EPK? Hvat skal hon innihalda? Hvussu skal hon síggja út? Hvussu deili eg hana? Er ein EPK nokk ella burdi eg havt fleiri? Hví ikki bara skriva eitt gott gamal tíðindaskriv? Hvat er munurin?

Tá ið verkstovan er liðug, burdi tú havt svarið til alt hetta og eina greiða fatan av hvussu ein EPK skal síggja út, hvar/hvussu tú byggir hana upp, við øllum tí, ein móttakari skal hava fyri at lættliga fata tína søgu og stíl.- veri tað ein journalistur, spælistað/festivalur, plátufelag, ella ein møguligur manager/agentur, sum tú vilt seta teg í samband við.

Við at koma á hesa verkstovuna, fært tú møguleikan at hugsa kreativt og førka teg eitt stig fram um øll hini í fakligheit.

Verkstovan er fyri listafólk og fólk, sum starvast í tónleikavinnuni á onkran hátt (plátufeløg, konsertfyriskiparar, publishing, managers, osfr.)

Síðst men ikki minst: Endamálið er, at tú fert av skeiðnum við eini klárari, vælbygdari og professionellari EPK, sum er klár at brúka!

____________

Verkstovan varar í 6 tímar (inkl. pausur):

14. mars: kl 17.00 – 20.00
15. mars: kl 11.00 – 14.00

Stað: Perlan

Skeiðið krevur tilmelding!

Síðsta freist at melda seg: 9. mars.

___________

Hvør heldur skeiðið?

Tær sum koma at halda skeiðið eita Rosanna Connolly og Mary Mandefield.

Rosanna Connolly er PR-fólk, sum hevur arbeitt í undirhaldsvinnuni seinastu áratíggjuni. Rosanna byrjaði á Universal Music plátufelagunum Mercury Records og Virgin EMI, og gjørdist skjótt forelskað í heiminum við marknaðarføring og samskifti, har hon arbeiddi við nógvum stórum kampagnum. Hon fór til Apple í 2018 at standa á odda fyri PR fyri Apple Music og Apple Podcasts í Bretlandi & Evropa áðrenn hon fór til Platoon sum listafólkasamskiftisleiðari. Rosanna hevur nú egna PR-fyritøku, Morena Comms, sum arbeiðir við øllum møguligum stórum talentum tvørtur um sjangru og landamørk.

Mary Mandefield er journalist, útvarpsfólk og viðmerkjari, ið ágrýtin ynskir at forstyrkja røddirnar hjá nýggjum kreativum tvørtur um tónleikalist og mentan. Hon er í løtuni vertur á Early Breakfast Show á Hits Radio, sum er ein av skjótast vaksandi útvarpsstøðunum í Bretlandi, og hevur arbeitt við stórum pallum, eitt nú BBC Radio 1Xtra og Channel 4. Handan sendingina er Mary stovnari av Making Moves, sum stuðlar nýggjum kreativum í miðlan. Brennandi fyri at stríðast fyri undirumboðaðum talentum hevur hon staðið á odda fyri hugtakandi samrøðum við listafólkaktivistar og vinnunýskaparar, sum gera hana til eina virda rødd í nútíðarmiðlum. Óansæð um tað er gjøgnum dokumentarfilmar, kuraterað kjak ella við at skipa fyri tiltøkum, strembar hon eftir at skapa brýr ímillum grassroot kreativitet og almenna/mainstream viðurkenning.

Tiltakið er skipað av FMX, Tutl og Tórsgøtu.