

Verkstova: Visuelt samskiftið
Tú kennir kanska støðuna: Tú skalt gera eina plakat til eitt tiltak, men tú ivast í, hvussu nógvur tekstur skal á plakatina. Ella tú skalt gera eina mynd til eitt Facebook-tiltak, men tú ivast í, hvussu tú kanst fanga fólk við røttu litunum og skriftini. Ella uppslagið, sum tú gert til Instagram, tykist at hella til aðru síðuna.
Samskifti kann snúgva seg um orðini, vit siga, og tekstin, vit skriva. Samskifti kann eisini snúgva seg um, hvussu vit við myndum, skrift og litum fáa okkara boðskap út. Tá ið vit skipa fyri tiltøkum ella átøkum eru sosialu miðlarnir og plakatir eitt hent amboð, og á verkstovuni fært tú vitan um eitt nú uppbygnað, litir, skriftir og myndir umframt grundleggjandi vitan um Canva. Verkstovan styrkir tínar førleikar at samskifta tín boðskap út visuelt.
Verkstovan er ætlað øllum ungum – einstaklingum og limum í felagsskapum. Verkstovan verður í Perluni hóskvøldið 2. oktobur, í steðginum verður okkurt til matna.
Send ein t-post til oline@amnesty.fo fyri at tekna teg.