Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
24. september 2025 kl. 21 - 23
Hvar
Havnar Bio
Prísur
DKK 100

Vermiglio (Maura Delpero, Italia 2025 119 min)

Annar Verðaldarbardagi er um at enda. Ein ungur rýmingur úr Suðuritalia, Pietro, sleppur at goyma seg í fjósinum. Øll eru spent at møta honum, ikki minst elsta dóttirin í húsinum. Men innan kærleikin sleppur at spretta teirra millum, fær søgan eina óvæntaða vend. Samstundis sannar húsbóndin, ið er lærari, at tað er ikki longur hann áleina, ið ger av, hvussu lívið á garðinum skal laga seg. Vermiglio vann tríggjar virðislønir á altjóða filmstevnuni í Venezia og eins nógvar italskar Donatello virðislønir, m.a. sum besti filmur í ár. Peter Bradshaw, okkara ummælari á The Guardian, sigur: ”It is wonderfully acted with unaffected naturalism by its cast of professionals and newcomers and plays an extravagant, almost shameless pizzicato on the audience’s heartstrings.”