Tiltakið ætlað børnum í aldrinum 6-12 ár (tó at onnur eisini kunnu luttaka).
Børnini verða tikin við á eina spennandi ferð og fara at hoyra um og síggja fiskar, skeljadjór og onnur smákykt, sum liva í havinum. Tey sleppa at síggja ymiskt í sjóneyku og uppi á lørifti og hoyra kavaran Boga Krossteig greiða frá spennandi rannsóknarferð niður á havsins botn. Tey fara at gera okkurt kreativt, lurta eftir søgu, syngja ein sang og Birgir Enni fer at borðreiða við barnavinarligum smárætti. Kanska okkurt spennandi yvirraskilsi eisini verður 🙂
Tiltakið tekur áleið 2 tímar og pláss er fyri 30 børnum. Vaksin kunnu verða við um ynski ella tørvur er á tí, men kunnu eisini heinta børnini, tá ið ferðin er av.
Jólamerkjagrunnurin hevur stuðlað og gjørt at tiltakið kann gerast veruleiki.
Tit eru vælkomin at ringja á 321020 og spyrja ella send okkum ein teldupost á sjosavn@sjosavn.fo