Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
13. februar 2025 kl. 10 - 12
Prísur
DKK 100

Vetrarferiuhugni á Sjósavninum

Børnini verða tikin við á eina spennandi ferð og fara at hoyra um og síggja fiskar, skeljadjór og onnur smákykt, sum liva í havinum. Tey sleppa at síggja ymiskt í sjóneyku og uppi á lørifti og hoyra kavaran Boga Krossteig greiða frá spennandi rannsóknarferð niður á havsins botn. Tey fara at gera okkurt kreativt, lurta eftir søgu, syngja ein sang og Birgir Enni fer at borðreiða við barnavinarligum smárætti. Kanska okkurt spennandi yvirraskilsi eisini verður 🙂

Tiltakið tekur áleið tveir tímar, og pláss er fyri 30 børnum. Vaksin kunnu vera við, um ynski ella tørvur er á tí, men kunnu eisini heinta børnini, tá ið ferðin er av.

Jólamerkjagrunnurin hevur stuðlað og gjørt, at tiltakið kann gerast veruleiki.

Tit eru vælkomin at ringja á 32 10 20 og spyrja ella senda okkum ein teldupost til sjosavn@sjosavn.fo.