Loading Events
Nær
28. januar 2026 kl. 20 - 21
Hvar
Blábar

VETRARJAZZ 2026 – Elin Brimheim Heinesen Band (FO)

Mitt í sjeytiárinum var Elin við til at stovna fyrsta jazzklubban í Havn – Havnar Jazzfelag. Hon sat í nevndini í jazzklubbanum í fleiri ár og arbeiddi sjálvboðin í klubbanum sum fyriskipari, barrvørður, durðavørður, atgongumerkjaseljari, uppruddari o.a.

Havnar Jazzfelag var ein legendariskur klubbi, sum Kristian Blak tók fyrsta stigið til. Fyrstu árini helt jazzklubbin til í gamla B36-húsinum í Gundadali, seinni í Gamla Klubba, sum nú er niðurrivin, og aftur seinni í Veitsluhøllini hjá Havnar Klubba. Fyrst í 80’unum fekk Havnar Jazzfelag loyvi at læna gomlu – nú niðurrivnu – Perluna til tiltøk síni, har sum Trappan í Vágsbotni er nú.

Í jazzklubbanum var ikki bara jazzur spældur, men øll sløg av rútmiskum tónleiki. Jazzklubbin gjørdist eitt kent stað, sum nógvir føroyskir tónleikarar enn minnast við takksemi, tí klubbin bjóðaði teimum ein møguleika at spæla og lurta eftir tónleiki, sum sjáldan varð spældur í Føroyum tá – í øllum førum ikki regluliga. Harumframt bjóðaði jazzklubbin nógvum útlendskum tónleikarum til Føroya at spæla. Hetta var til stóran íblástur fyri føroyskar tónleikarar, eisini fyri Elina – so hetta hevur havt stóra ávirkan á tónleikayrkisleið hennara.

Elin hevði sjálv fleiri framførslur í jazzklubbanum í 70’unum og fyrst í 80’unum, m.a. við morbróðir sínum, Svenn Brimheim, har hon sang jazz og blues frá The Real Book.

Elin sang og spældi eisini fólkatónleik hesa tíðina við floksfeløgum sínum í Studentaskúlanum í Hoydølum – Ívari Bærentsen á gittar, og Bergur Hansen á floytu. Sjálv spældi hon eisini klaver av og á til framførslurnar. Tey høvdu fleiri framførslur í jazzklubbanum í gamla B36-húsinum og í Gamla Klubba.

Hon byrjaði eisini at gera sín egna tónleik hesa tíðina – mest fólkatónleik við íblástri úr jazzi og blues.

Elin sang í 1977 á fyrstu jazzplátuni nakrantíð gjørd í Føroyum “Jazz í Føroyum 1” (TUTL HJF 1) við sanginum “Hundasjúku-blues” gjørdur av skúlaflokki hennara saman við Kristiani Blak, lærara teirra. Plátan varð tikin upp í upptøkuhølunum hjá legendariska tónleikaframleiðaranum Milson Zachariassen í kjallaranum hjá honum.

Til Vetrarjazz 2026-tiltakið, sum er eitt av tiltøkunum, har 50 ára jubileumið hjá Havnar Jazzfelag verður markerað, hevur Elin savnað ein tónleikabólk, sum fer at spæla saman við henni mikukvøldið 28. januar kl. 20:00 í Blábar.

Eyðun Mohr Hansen á gittar, Edvard Nyholm Debess á bass, Inga Laksáfoss Simonsen á klaver, Rógvi á Rógvu á trummum og so Elin, sum syngur.

Á konsertini fer Elin at syngja nøkur av teimum jazz-løgunum, sum hon plagdi at syngja í jazzklubbanum í 70’unum og 80’unum.

Keyp JazzPazz á blabar.fo

Norðurlandahúsið
Tórshavnar kommuna
Eiðis kommuna
Vága kommuna
Runavíkar kommuna
Mentanargrunnur Landsins
Mentamálaráðið
Hiddenfjord
OY Brewery
Økistónar
Koda
Gramex
Auto Taxi
Hotel Hafnia
Hotel Tórshavn
Nordic Culture Point
NATA