

VETRARJAZZ 2026 – Gentugjamm (FO/NO)
Mikukvøldið 28. januar kl 22.30 bjóðar Havnar Jazzfelag øllum gentum og kvinnum at koma oman í Blábar at gjamma! Øll eru sjálvandi vælkomin at lurta, men hetta kvøldið er pallurin og ljóðførini til kvinnurnar.
Jammið í kvøld verður við: Hanna Veslemøy Narvesen (fødd 1997) norskur trummusláari, fjølljóðførisleikari og tónasmiður við útbúgving frá norska musikakademiinum í Oslo og Musikkdeildini (NTNU) í Tróndheimi. Hon spælir í fleiri bólkum – millum annað Dafnie, Mette Rasmussen Trio North, Kongle Trio og Mall Girl – og hevur givið tónleik út sum sololistafólk.
Í 2017 vann hon Toneprisen, sum er ein kapping fyri ungar tónleikarar við tilknýti til Hedmark og Oppland. Narvesen varð útnevndur “ársins jazztalent í USBL” á jazzfestivalinum í Oslo 2020. Kongle Trio vann finaluna í Jazzintroin 2021, við GRAMO-stipendium og heitinum, “Ársins ungir jazztónleikarar 2020”. Í 2021 fekk Veslemøy Narvesen Sparebanken Sør Music Prize, sum Musikkontoret Sørf letur.
Hetta Gentugjamm verður á Blábar, er tørvur á tiltøkum, ið menna og geva kvinniligum tónleikarum í føroyum dirvi at taka sítt pláss á palli, til gjamm. Gentugjamm er ÓKEYPIS og allar kvinnur og fem-identifiserandi persónar eru vælkomin á pall hetta kvøldið!
So sig øllum kvinnum og gentum frá, sum tú kennir!
Inga Laksáfoss Simonsen – klaver, gittar
Emma Michala Sannino – bass
Hanna Veslemøy Narvesen – trummur
Keyp JazzPazz á blabar.fo
Norðurlandahúsið
Tórshavnar kommuna
Eiðis kommuna
Vága kommuna
Runavíkar kommuna
Mentanargrunnur Landsins
Mentamálaráðið
Hiddenfjord
OY Brewery
Økistónar
Koda
Gramex
Auto Taxi
Hotel Hafnia
Hotel Tórshavn
Nordic Culture Point
NATA
