

VETRARJAZZ 2026 – Norðurglóð (FO/IS)
Havnar Jazzfelag (HJF) varð stovnað í 1975, tá Arnold Ludvig var 7 ára gamal. Hann visti einki um HJF fyrr enn í 1980, tá Arnold fór at spæla bass við bólkinum PlayBoys (seinni: PLÚMM). Teir vóru takksamir fyri, PERLUNA, og nýttu høli at venja í í 1981. Hetta var tá hann uppdagaði sjálva tilveruna hjá TUTL Records og at føroyskur jazz hoyrdist á ymiskum LP-plátum og stakplátum. Arnold var rættiliga hugtikin av hesum fløgum við bæði lokalum og útlendskum tónleikarum. Hansara størsta fyrimynd tá var uttan iva føroyski bassleikarin Jóhannus á Rógvu Joensen, sum er, og hevur verið, ein av fremstu tónleikarum í Føroyum.
Hetta innlit kveikti ein dreym í Arnoldi, sum hann stríddist við at fremja í 1981, tá hann var 13. Dreymurin var at gerast ein góður jazzbassistur og tónaskald. Við tolsemi, áhaldni, venjing, forvitni og dirvi náddi hann dreyminum. Eftir eitt ár á Musikkskúlanum F.Í.H. í Reykjavík, har Arnold las jazz og fekk lestrarstuðul, hitti hann næmingar, fekk undirvísing fra lærara, og spældi við framtíðar crème de la crème av fínastu jazztónleikarum úr Íslandi, sum hann endaði at spæla við 25 ár seinni.
Fløgan “ALLAR ÆTTIR,” Holger Laumann & PLÚMM kom út í 1991 á TUTL Records. Í 1998 skrivaði Arnold tríggjar jazzkompositiónir, Samba For Sunshine, For Old Times Sake og Little Black Sambo. Í 1998 gav Plúmm út “Green Gate” á Tutl Records, har Arnold Ludvig hevði sorgblíða “Pastel Shades”.
Í 2005 vann hann heiðurin sum besti bassleikari á Atlantic Music Event.
Í 2013 gav hann út “VOYAGES”, og í 2016 gav Ludvig út “ICELAND”, við virðisløntum donskum tónleikarum, Alain Apaloo, Mariane Bitran, Simon Spang-Hanssen, Marco Martinovic og Nicolas Campagnol, bæði við Arnold Ludvig Sextet á TUTL Records, sum fekk frálík ummæli. Arnold varð tilnevndur til besta solist og bólkurin varð tilnenvdur besta bólk á Føroysku Tónlistavirðislønunum 2017.
Í 2019 fekk Ludvig masterprógv í tónleiki frá Listaháskúlanum, har hann sameindist við sínar FIH floksfelagar og lærara, sum framførdi á festivalum og jazzstøðum í Íslandi.
Nýggjasta fløgan hjá Arnold varð útgivin talgilt í apríl 2025 við ARNOLD LUDVIG QUINTET, samansett av virðisløntum tónleikarum og flogsfelagum hansara frá FIH. Læraranin Sigurði Flosason spældi alto og soprano saksofon, Jóel Palssón tenor og soprano sax, Kjartan Valdemarsson og Einar Scheving trummur.. Talan er um sjáldsama “LIVE @ Maggies ‘18” – tónleikaupptøkuna, sum kemur út á LP seinni í 2026.
Hesa kvøldkonsertina @ Blábar verður við:
Arnold Ludvig (bass), Sigurður Flosason (saksofon), Kjartan Valdemarsson (klaver), Leivur Thomsen (gittar), Ólavur Eyðunsson Gaard (gittar), Rógvi á Rógvu (trummur)
Keyp JazzPazz á blabar.fo
Norðurlandahúsið
Tórshavnar kommuna
Eiðis kommuna
Vága kommuna
Runavíkar kommuna
Mentanargrunnur Landsins
Mentamálaráðið
Hiddenfjord
OY Brewery
Økistónar
Koda
Gramex
Auto Taxi
Hotel Hafnia
Hotel Tórshavn
Nordic Culture Point
NATA
