Loading Events
Nær
31. januar 2026 kl. 21 - 22
Hvar
OY

VETRARJAZZ 2026 – Plúmm (FO)

Plúmm hevur verið til síðani miðskeiðis í 80’unum. Bólkurin hevur virkað bæði sum sjálvstøðugur bólkur og spælt undir hjá øðrum innan fleiri sjangrur – rock, popp og jazz. Best kent er helst samstarvið við Terja Rasmussen “Terji & Føstufressar”. Annars hava limirnir í bólkinum spælt við einum ótali av artistum. Tá ið teir koma saman sum tónleikarar undir egnum fortreytum, er tað undir navninum Plúmm.

Lagt verður upp til eina konsert við kaotiskum blandi av sjangrum við intensum, flúgvandi improvisatiónum. Tónleikararnir hjá Plúmm eru allir sjálvlærdir virtuosar, útbúnir, og virðislønarvinnarar.

Teir, ið manna bólkin á Vetrarjazzi 2026, eru:

Magnus Johannesen (keyboards), Arnold Ludvig (bass), Johan Hentze (trompet), Rógvi á Rógvu (trummur) James Olsen (slagverk/sang) og Leivur Thomsen (guitar), James Philip Goodwin (slagverk).

Við Jazzpass kanst tú fara frítt til allar Vetrajazz konsertirnar.

Les meira á jazz.fo.

Køkurin í OY er opin 11.30 – 20.00.
OY, leygarkvøldið 31. januar kl. 21.00.

Atgongumerki kosta 200 kr her (ella við dyrnar, um konsertin ikki útseld)

Keyp JazzPazz á blabar.fo

Norðurlandahúsið
Tórshavnar kommuna
Eiðis kommuna
Vága kommuna
Runavíkar kommuna
Mentanargrunnur Landsins
Mentamálaráðið
Hiddenfjord
OY Brewery
Økistónar
Koda
Gramex
Auto Taxi
Hotel Hafnia
Hotel Tórshavn
Nordic Culture Point
NATA