

VETRARJAZZ 2026–Plutonic&EagleCentric&Supervisjón
EagleCentric er ein solo tónleikaverkætlan hjá Arnold Ludvig við elektroniskum tónleiki.
Umframt at innspæla, ljóðblanda og masterera, filmaði og klipti hann eisini øll fýra videoløgini til
síni stakløg. Sjangran er ein paletta av Electronica, Jazztronica, Dubstep,
Ambient, Dancetronica, og eksperimenteradi.
Arnold Ludvig (elektronikk)
Plutonic, eisini kend sum Anna Iachino, leggur fram skaldskap og tekstir saman við rútmiskum
tónleiki og samplingum, sum verða spæld á einum MIDI mini-keyboardi gjøgnum Ableton Live.
Hetta er nýggja elektroniska verkætlanin hjá Annu sum sangari og elektroniskur tónasmiður, har
hon kemur aftur til sín kærleika til at røra seg til tónleik við at skapa tónleik til dansigólvið.
Anna Iachino (vokal, yrkingar, elektronikk), Arnold Ludvig (elektronikk)
Supervisjón er ein føroyskt eksperimenterandi elektronisk verkætlan hjá tónasmiðnum Lassa Jæger.
Í einum ráblend av noise, techno, footwork og juke, spunnin saman við hansara punkkendu sinnalagi, leitar Supervisjón inn í tað, ið spøkir undir yvirflatuni í gerandisdegnum.
Í millimetrunum av orkumiklum dansi—rytmu, brotum og droymligum, sjangrandi melodískum endurskini—stendur samplaða røddin hjá yrkjaranum Lív Mariu Róadóttur Jæger og fangar sárini og tey smáu brotini av einum heilt vanligum lívi: bobblurplastið við flutningi, pappeskjurnar, reinsanina, orðadráttirnar, stríðini, bankalánini, arbeiðið, kærleikan—til bæði menniskju og maskinur.
Supervisjón vil lata lurtaran uppliva eina kenslu av persónligari frælsi og dansi uttan mørk.
Lasse Jæger – elektronikk og vokal
Keyp JazzPazz á blabar.fo
VETRAR JAZZPASS 2026 22.jan. – 1.feb. 17x Konsertir
Norðurlandahúsið
Tórshavnar kommuna
Eiðis kommuna
Vága kommuna
Runavíkar kommuna
Mentanargrunnur Landsins
Mentamálaráðið
Hiddenfjord
OY Brewery
Økistónar
Koda
Gramex
Auto Taxi
Hotel Hafnia
Hotel Tórshavn
Nordic Culture Point
NATA
