Loading Events
Nær
29. januar 2026 kl. 21 - 22
Hvar
Blábar

VETRARJAZZ 2026 – Tore Brunborg Trio (NO/FO)

Henda nýggja útgávan av Tore Brunborg Trio er við Bárði R. Poulsen á
bassi og Veslemøy Narvesen á trummum. Saman granska tey trioformatið
við útgangsstøði í nýggjum tónleiki eftir Tora. Við drúgvum royndum av
at skriva til ymisk stór og smá orkestur, hevur Tore nú skrivað tónleik til
hetta intima formatið.
Tey bjóða eina sermerkta blanding av snildum rytmiskum og
harmoniskum elementum – við sterkum bygnaðum og melodium, sum
bera tónleikin víðari. Í samspæli við tað leikandi trummuspælið hjá
Narvesen og tað luftiga men sterka bassspælið hjá Poulsen, gongur
tónleikurin nógvar vegir. Sum umboð fyri síni ættarlið leggja tey afturat
bæði sjónarhorn, dýpd og søguligan samanhang. Við øðrum orðum – ein
kann kalla tað eitt nýtt slag av fusion!
Bárður og Veslemøy hava vakt ans í bólkum sum Espen Berg Trio,
Flukten, Kongle Trio, Mall Girl, Wako o.fl.
Eftir tvær konsertferðir heystið 2024 fóru tey í Studio Paradiso í Oslo og
tóku upp nógvan tónleik, og ein fløga verður givin út í vár 2026.

Tore Brunborg (saxofon), Bárður R. Poulsen (bass), Veslemøy Narvesen (trummur)

Keyp JazzPazz á blabar.fo

Norðurlandahúsið
Tórshavnar kommuna
Eiðis kommuna
Vága kommuna
Runavíkar kommuna
Mentanargrunnur Landsins
Mentamálaráðið
Hiddenfjord
OY Brewery
Økistónar
Koda
Gramex
Auto Taxi
Hotel Hafnia
Hotel Tórshavn
Nordic Culture Point
NATA