Hetta er eitt tiltak, sum hevur til endamáls at fáa í lag tættari samstarv millum vinnu og kommunu, ið eisini er ein fortreyt fyri vøkstri og framburði.
Fyriskipararnir bjóða inn til ein forvitnisligan seinnapart í Kongshøll við netverkan, íblástri og har fokus verður sett á, hvat rørir seg í vinnulívinum í dag.
Á tiltakinum verða fleiri áhugaverdar og kveikjandi framløgur frá spennandi vinnulívsfólkum. Tey, ið eru á skránni, eru, Jóhanna á Bergi, Ulla Joensen, Joel undir Leitinum, Regin W. Dalsgaard, Bogi Bech Jensen, Brynhild Høgnadóttir og Jón Hammer. Orðstýrari verður Óluva Zachariasen.
Tiltakið er ókeypis, og tað er avmarkað atgongd. Tilmelding krevst.