Høli: Norðurstova
Longd: 3 tímar (við steðgi)
bituff bjóðar til Vinnurák um Broytingarleiðslu. Hesaferð er tað Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri, ið fer at leiða Vinnurákið. Keyp atgongumerki á heimasíðuni hjá bituff
Hans Petur fer at greiða frá, hvussu hann hevur arbeitt við leiðslu og broytingum uttan leiðsluútbúgving, og hvussu hann síðan hevur brúkt sína leiðsluútbúgving. Hann fer m.a. at koma við dømum um, hvat hevur riggað væl og hvat hevur riggað minni væl og hví.
Sum ungur arbeiddi Hans Petur sum professionellur tónleikari og undirvísari, men seinastu 18 árini hevur hann arbeitt sum stjóri í ávikavist Føroyahúsinum í Keypmannahavn og síðan í Føroya Symfoniorkestri.