Loading Events
Nær
21. oktober 2026 kl. 21 - 21:01
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 145 – 195

Vit eru Norðurlond – eitt dekoloniserandi ritual

Høli: Skálin
Longd: 60 min.

Menniskjahandil tvørtur um heimspartar. Familjur syndraðar í navni siðmenningarinnar. Kúgan av máli og mentan. Rasulívfrøðilig gransking.

Koloniala søgan í Norðurlondum hevur sett síni djúpu og pínufullu spor.

Vit eru Norðurlondeitt dekoloniserandi ritual er ein sansalig leiklistauppliving, sum hyggur at okkara felags søgu í møtinum millum tað persónliga, tað søguliga, tað faktuella og tað kensluborna. Sýningin fer fram í einari installatión eftir sámiska myndlistafólkið Stina Aletta Aikio. Eitt livandi, seniskt landslag, har jørð, plantur og glas eru við til at skapa eitt rúm, sum leggur upp til dialog – umframt tað talaða orðið.

Framførarar og áskoðarar flyta, forma, upploysa og endurskapa jørðina, meðan orð, kroppur og landslag bræða saman í eina stigvísa umskapan, har nýggj sambond taka seg upp.

Vit eru Norðurlond – eitt dekoloniserandi ritual er eitt ferðandi listaverk, sum vitjar runt í Norðurlondum. Hvørja ferð verður sýningin gjørd av nýggjum í samstarvi við lokal gestalistafólk.

Í Norðurlandahúsinum:
Camara Joof (NO/GM) leikskald, rithøvund og framførara
Tróndur Bogason (FO) tónaskald
Stina Aletta Aikio (Sápmi/FI) visuelt listafólk
Elisabeth Heilmann Blind (GL) koreograf og dansara
Ingrid Tranum Velásquez (DK) koreograf, dansara og listaleiðara
Gunnvá Zachariasen (FO) gestalistafólk úr Føroyum
Mikkel Magnus Olsen (DK), ljóssnið

 

Verkið varð framleitt í 2022/2023 við stuðli frá Statens Kunstfond, Norsk Kulturråd, Nordisk Kulturfond, NAPA, Augustinusfonden, Dansk Komponistforening o.ø.

Verkið hevði frumframførslu á Nunatta Isiginnaartitsisarfia (Tjóðpalli Grønlands) í Nuuk í mai 2023, og hevur síðan tá verið framført í Noregi, Sápmi/Svøríki, Finnlandi og Danmark.

Norsk Kulturråd, Fonden for Lyd og Billede, Fritt Ord, Statens Kunstfond og Nordisk Kulturkontakt Mobility Funding Programme stuðla sýningunum í Norðurlandahúsinum.