

When the Bleeding Stops (IS)
Høli: Høllin
Longd: 50 min
Hvussu kennist tað, at kroppurin broytist – og eingin tosar um tað?
Við dansisýningini When the Bleeding Stops brýtur íslendska Lovísa Ósk Gunnarsdóttir, koreografur, tøgnina og tað tabu, sum skiftisárini hava her í vesturheiminum.
Tá Lovísa fyri fimm árum síðani kom til skaða, var hon noydd at umhugsa, hvussu og hvat við dansinum, og somuleiðis við kroppinum. Hetta fekk hana at leggja merki til tøgnina, ið valdar um skiftisárini, og hvussu lítið hon sjálv visti um hetta. Hon fór í holt við at granska og kanna og sendi eina almenna innbjóðing til allar konur í skiftisárunum. Stutt eftir arbeiddi hon saman við einari rúgvu av konum úr øllum Íslandi.
Nógvar av hesum konunum eru nú við í sýningini.
When the Bleeding Stops bjóðar áskoðarunum inn í ein sárbæran, ærligan og skemtiligan heim, har vit kaga inn í lívið, heimið og royndirnar hjá luttakarunum. Sýningin fer inn á skomm, empati, látur og tár – og letur upp fyri einum felags rúmi, har skiftisárini fáa rúmd og verða virðismett fyri alt tað torgreidda, sum nú einaferð fylgir við teimum.
Sýningin hevði frumsýning á Reykjavík Dance Festival í 2021 og hevur síðani verið á ferð og fingið sera góða móttøku. Ummælini hava verið serstakliga góð, og konurnar, ið hava verið við, lýsa hetta sum eina sera mennandi uppliving, sum hevur broytt lívið. When the Bleeding Stops var útnevnd at vera ársins innovativa sýning á The Icelandic Theatre Awards, og Lovísa fekk heiðurin at vera bæði Aerowaves- og Crowd-listafólkið í 2023.
Nú ferðast Lovísa við sýningini á altjóða pallinum. Allastaðni, har sýningin vitjar, bjóðar Lovísa konum í skiftisárunum at koma við í hesa listarligu sýning at siga sína søgu og at dansa — og at vera við at skapa eina rørslu at broyta hugsanirnar um skiftisárini í vesturheiminum.
Hetta merkir so eisini, at føroyskar konur vera við í sýningini í Norðurlandahúsinum,
Hugskot, koreografi og tekstur: Lovísa Ósk Gunnarsdóttir
Ljóð- og ljósdesign: Brett Smith
Videodesign: Lovísa Ósk Gunnarsdóttir & Brett Smith
Listafólk: Lovísa Ósk Gunnarsdóttir, Ólöf Ingólfsdóttir, Kristjana Stefánsdóttir, Sveinbjörg Þórhallsdóttir umframt staðbundnar konur
Framleiðari: StepTurnMove – Wim Casier
Sýningin er partur av palllistafestivalinum VERK – Nordic Stage Days, sum er stuðlaður av Nordisk Kulturfond.