Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
26. februar 2025 kl. 20
Prísur
DKK 75 – 145

Whiteout (GL)

Høli: Høllin
Longd: 60 min

Sýningin Whiteout fer heilt inn til hesar viðkvomu kenslurnar, sára saknin, ræðuligu tankarnar og alt tað, vit ikki tora at tosa um aftaná eitt sjálvmorð.

Stendur mann mitt í einum arktiskum rokkava, har alt er hvítt – har himmal og jørð eru huld – kann ein fáa kensluna av at vera vilstur, ella at hava mist bæði mál og mið. Hendan sama kenslan kann eisini vera í sorgini aftaná eitt sjálvmorð. Kenslan av máli og miði hvørvur.

Aftaná ein slíkan arktiskan rokkava, sum hevur noytt teg til sjálvrannsakan, mást tú út aftur í lívið, sum nú er broytt, og finna fótafestið av nýggjum – har finna vit hvørt annað og knýta nýggj bond.

Whiteout varpar ljós á eitt sera viðkvæmt evni, sum vit øll eiga at viðurkenna og ikki vera bangin fyri at tosa um. Samstundis vísir sýningin alt tað góða, tað meira lívsjáttandi, ið tey, ið eftir sita, siga frá: at tey ofta síggja størri virði í relatiónum, í felagsskapinum og størri takksemi fyri at hava átt og kent.

Sorgin og saknurin verður kropsligur í Whiteout, men eisini vónin, styrkin og trúgvin á eina meining og megi í lívinum.

Sarah Aviaja Hammeken, listarligur leiðari í Aviaja Dance Company, hevur staðið fyri sýningini, og tónleikin hevur Gerth Lyberth skrivað.

Á palli eru Elias Khanamidi, Eydís Rose Vilmundardóttir, Márton Debreczenyi, Amanda Rubio Sanchez, sum eisini er hjálparkoreografur, umframt Sarah Aviaja Hammeken sjálv.

Parnuuna Thornwood hevur gjørt búnarnar, og pallmyndin er gjørd í samstarvi við Brian Cord’homme, sum er ljósmaður.

Leikritið er skrivað í samstarvi við Siri Paulsen, sum hevur staðið fyri kanningararbeiðinum og at innsavna persónligar søgur.