Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
26. februar 2025 kl. 20 - 20:01
Prísur
DKK 75 – 145

Whiteout (GL)

Høli: Høllin
Longd: 60 min

Áðrenn sýningina bjóða Norðurlandahúsið og Sinnisbati til pallborðsprát um, hvussu tað er at vera avvarðandi hjá einum, ið hevur gjørt sjálvmorð. Luttakarar eru: Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, Róa Midjord, gestaltterapeut og bólkaleiðari í avvarðandi bólkunum hjá Sinnisbata, og Tormóður Stórá, yvirlækni og leiðari á Psykiatriska deplinum á LS.

Kl. 19.15 Pallborðsprát
Kl. 20.00 Dansisýning

Sýningin Whiteout fer heilt inn til hesar viðkvomu kenslurnar, sára saknin, ræðuligu tankarnar og alt tað, vit ikki tora at tosa um aftaná eitt sjálvmorð.

Stendur mann mitt í einum arktiskum rokkava, har alt er hvítt – har himmal og jørð eru huld – kann ein fáa kensluna av at vera vilstur, ella at hava mist bæði mál og mið. Hendan sama kenslan kann eisini vera í sorgini aftaná eitt sjálvmorð. Kenslan av máli og miði hvørvur.

Aftaná ein slíkan arktiskan rokkava, sum hevur noytt teg til sjálvrannsakan, mást tú út aftur í lívið, sum nú er broytt, og finna fótafestið av nýggjum – har finna vit hvørt annað og knýta nýggj bond.

Whiteout varpar ljós á eitt sera viðkvæmt evni, sum vit øll eiga at viðurkenna og ikki vera bangin fyri at tosa um. Samstundis vísir sýningin alt tað góða, tað meira lívsjáttandi, ið tey, ið eftir sita, siga frá: at tey ofta síggja størri virði í relatiónum, í felagsskapinum og størri takksemi fyri at hava átt og kent.

Sorgin og saknurin verður kropsligur í Whiteout, men eisini vónin, styrkin og trúgvin á eina meining og megi í lívinum.

Sarah Aviaja Hammeken, listarligur leiðari í Aviaja Dance Company, hevur staðið fyri sýningini, og tónleikin hevur Gerth Lyberth skrivað.

Á palli eru Elias Khanamidi, Eydís Rose Vilmundardóttir, Márton Debreczenyi, Amanda Rubio Sanchez, sum eisini er hjálparkoreografur, umframt Sarah Aviaja Hammeken sjálv.

Parnuuna Thornwood hevur gjørt búnarnar, og pallmyndin er gjørd í samstarvi við Brian Cord’homme, sum er ljósmaður.

Leikritið er skrivað í samstarvi við Siri Paulsen, sum hevur staðið fyri kanningararbeiðinum og at innsavna persónligar søgur.

⭐⭐⭐⭐⭐ 
Whiteout minder os om værdien i relationerne, trods kærlighedens pris.
I SCENE

WHITEOUT er et gennembrud af dimensioner.
Information

⭐⭐⭐⭐
… et uendeligt smukt værk

SCENEBLOG

⭐⭐⭐⭐⭐
Sjældent har en danseforestilling formået at formidle en sjælelig tilstand så præcis og autentisk som her.
CPH CULTURE

Jeg har aldrig haft selvmord tæt på livet. Men forestillingen hvirvlede mig ind i en tabstilstand, der var så insisterende, at den trængte dybt ind. 
Peripeti

 

Ábyrgd
Koreografur: Sarah Aviaja Hammeken
Hjálparkoreografur: Amanda Rubio Sánchez
Dansarar: Amanda Rubio Sánchez, Elias Khanamidi, Eydís Rose Vilmundardóttir, Márton Debreczenyi og Sarah Aviaja Hammeken. 
Tónasmiður: Gerth Lyberth.
Ljós: Brian Cord’homme.
Leiklistafrøðingur: Siri Paulsen.
Búnar: Parnuuna Thornwood. 
Myndafólk: Amalie Ivalo Hammeken.
Leiðsla: Jens Christian Jensen.
Ráðgevar: Paarisa og DRISP, Danish Research Institute for Suicide Prevention.
Framleiðslusamstarv: Dansehallerne, Nunatta Isiginnaartitsisarfia/Grønlands Nationalteater og Norðurlandahúsið í Føroyum.

Stuðlað hava
Statens Kunstfonds Projektstøtteudvalg for Scenekunst, Knud Højgaards Fond, NAPA, Wilhelm Hansen Fonden, Aage og Johanne Louis-Hansens Fond, Beckett-Fonden, William Demant Fonden, Augustinus Fonden, Slots- og Kulturstyrelsen – Kulturpulje til projekter mellem Grønland og Danmark, Nordisk Kulturfond.

Stríðist tú ella onkur tætt at tær?
Tað er umráðandi at tosa um kenslurnar og leita sær hjálp. Tú kanst eitt nú fáa hjálp frá kommunulækna, læknavaktini ella sálarfrøðiliga hjálp. Tú kanst eisini venda tær til kjatt-ráðgevingina hjá Sinnisbata, ella um tú ert eitt ungt fólk, ringja til Tú & Eg ráðgevingina hjá Barnabata.

Læknavaktin, tlf. 1870: Mánadag-fríggjadag kl. 16-08. Vikuskifti og halgidagar er opið alt samdøgrið.

Kjatt-ráðgevingin hjá Sinnisbata, á sinnisbati.fo: mánadag, mikudag og hósdag kl. 20-22.

Tú og Eg ráðgevingin, tlf. 116111: Gerandisdagar kl. 110-16 og hvørt kvøld kl. 20-22.