Kristian Blak er klaverleikari, stovnari og høvuðstónaskald í bólkinum. Hann hevur skrivað fleiri stórverk í svituformi til Yggdrasil, flestu av hesum eru útgivin á Tutl Records.
Yggdrasil hevur, frá byrjan av, havt eitt serstakt hugtak. Flestu kompositiónir eru gjørdar í samstarvi við aðrar listagreinar ella í summum førum við náttúruna. Tónleikarar, sum hava verið partur av bólkinum, antin á langtíðarstøði ella sum luttakarar í ávísari verkætlan, hava ymiskar tónleikaligar bakgrundir, serliga í jazzi, men eisini í etniskum, fólkatónleiki, rock- og klassiskum tónleiki. Meðan verkini draga hugskot ella tema úr tjóðskaparligum tilfari, so er improvisatión alt frá fríum til klassiskum stíli.
Gjøgnum árini hava nógvir tónleikarar og listafólk stuðlað verkætlanum hjá Yggdrasil, sum fevna um myndlist, skaldskap, ballett, opera, konsertir í grottum; og alneyðugt fyri Yggdrasil-hugtakið er, at persónligheitin hjá hvørjum einstøkum limi í bólkinum verður hoyrd ella sædd. Hetta ger ljóðið hjá Yggdrasil sanniliga serstakt.
Køkurin í OY er opin 11.30 – 20.00.