

Yggdrasil
Á konsertuni 28. november luttaka Kári Sverrisson sum sangari og saksofonspælarin Tore Brunborg úr Noregi. Tore var við í Yggdrasil í 1990-unum og luttók bæði í innspælingum og Yggdrasil. Kári hevur somuleiðis verið við á konsertferðum víða um og luttekur m.a. á fløguni Risastova.
Kristian Blak er klaverleikari, stovnari og høvuðstónaskald í bólkinum. Hann hevur skrivað fleiri stórverk í svituformi til Yggdrasil, flestu av hesum eru útgivin á Tutl. Yggdrasil er eitt norðurlendskt ensemble, ið hevur heimstað í Føroyum. Hon varð stovnað í 1981 og hevur nærum altíð fevnt um tónleikarar úr øðrum londum.
Tónleikarar, sum hava verið partur av bólkinum, antin á langtíðarstøði ella sum luttakarar í ávísari verkætlan, hava ymiskar tónleikaligar bakgrundir, serliga í jazzi, men eisini í etniskum, fólkatónleiki, rock- og klassiskum tónleiki. Meðan verkini draga hugskot ella tema úr tjóðskaparligum tilfari, so er improvisatión alt frá fríum til klassiskum stíli altíð partur av spølinum.
Gjøgnum árini hava nógvir tónleikarar og listafólk verið uppií verkætlanum hjá Yggdrasil, sum fevna um myndlist, skaldskap, ballett, opera, konsertir í grottum; og alneyðugt fyri Yggdrasil-hugtakið er, at persónligheitin hjá hvørjum einstøkum limi í bólkinum verður hoyrd ella sædd. Hetta ger ljóðið hjá Yggdrasil sanniliga serstakt.