Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Túrarnir til Kolturs á Oyggjadegnum

Niðan á oyggj: Hetta er ein túrur fyri teg, ið ynskir at merkja náttúruna heilt inn á bein. Tú merkir veruliga, at tú livir, tá tú gongur upp eftir brøttum lendi, og kemur niðan á oyggj og sær tað ómetaliga vakra útsýnið.

Gjøgnum bygdarlagið: Gingið verður gjøgnum bygdarlagið, har sagt verður frá um oynna, búsetingina og fólkalívið í bóndasamfelagstíðini upp til okkara dagar. Møguleiki verður at vitja innar í savnshúsini Uppi í Búð, Heimið í Húsi ella bert at njóta tí vøkru náttúruna, áðrenn siglt verður heim aftur.

Les meira um túrin og keyp atgongumerki niðanfyri.

Túrarnir til Nólsoyar á Oyggjadegnum

Hendan dagin verður skipað fyri tveimum túrum, ein til børn og barnsligar sálir, og ein til vaksin.

Hendan dagin sleppa børnini á túr við einum sjórænara, ið kemur at siga teimum søguna um prinsessutoftirnar. Tey ganga til Korndals og til Uppi í Skipi.

Fyri tey vaksnu verður gingið til Suður í Dalar, har ein ferðaleiðari kemur at siga frá ymiskum á túrinum. Túrurin tekur uml. 3 tímar, og gingið verður hóvliga, men vit frámæla fólki, ið eru illa gongd at fara við á hesum túrinum.

Lokalir tónleikarar spæla harmonikutónleik á Ovasavninum. Vinuvaflur (uppskrift hjá Olevinu, mammu Ova😊) og kaffi verður til sølu á Ovasavninum.