
Stødd beint við fantastisku náttúruna í Vestmanna – bara hálvan tíma at koyra úr høvuðsstaðnum – liggur føroyska distillariíð, ið við síni framleiðslu av spiritus burtur úr føroyskum rávørum er eitt av størstu distillaríum í Norðurlondum.
Umframt distillaríið eru eisini risastóru opnahjallarnir í Kvívíkshaganum, har 100-tals whisky-tunnur liggja og búna. Við fantastiskum útsýni út yvir Heystfjørð og Vestmannasund ber til at hava tiltøk har ella stegða á sum part av túrinum til Vestmannar.
Ein rundvísing tekur umleið 1 tíma. Men til ber eisini til at skipa fyri ymsum kappingum og ítrivum so sum snoddi-kapping, skeið í føroyskum matarurtum, kokteyl-kapping og smakkingum.
Í samstarvi við royndar, lokalar ferðaleiðarar skipa vit fyri gongutúrum í haganum, har m.a. ber til at hoyra um torv og matarutir, ið verða brúktar til framleiðsluna. Beint við eru m.a. eisini bátatúrar undir Vestmannabjørgini, fiskitúrar við báti og leirverkstaður, so vit lætt kunnu samanseta eina dagsskrá og veita savnað tilboð.
Okkara barr/móttøka/veitsluhøli er góðkend til 120 fólk (borðreiðing: 100 fólk). Serstakliga, hondgjørdu borðini, sum listamaðurin Joel Cole hevur gjørt til distillaríð, veita saman við Føroya best útgjørdu barr frálíkar karmar. Eisini hava vit útiøki við skeinkiloyvi. Vit samstarva við lokalar veitarar innan matgerð so sum Essuna og Gunndur Fossdal, ið hava drúgvar royndir at veita alt frá leskiligum gloypibitum til størri døgurða-matskráum.
Líknandi støð

Chauffeur Services - Limo Services
Um okkum Okkara mál er at veita tænastu av hægstu góðsku og tryggj...

Outdoor Faroe Islands
Outdoor Faroe Islands. Outdoor varð stovnað í 2017 við tí endamáli...

RIB62
Uppliv Føroyar uppá ein nýggjan máta RIB62 bjóðar tær eina serstak...

Faroe Voyage
Sniðgivnar ferðir kring alt landið Uppliv Føroyar sum ongantíð áðu...

Visit Tórshavn - webshop
Fá tína ektaðu Tórshavnaruppliving her Føroyar bjóða allar møgulig...

Hiking.fo
Hiking.fo – burðardygg ferðavinna í føroysku náttúruni Endam...

North Atlantic Diving
Snorkling- ella kavaratúrar Leitar tú eftir einum degi við kaving,...

OY
Barr, bryggjarí, Konsertstað og matstað. Vit hildu tað vera upp á ...