
Sniðgivnar ferðir kring alt landið
Uppliv Føroyar sum ongantíð áður við Faroe Voyage, tín lokala DMC. Felagið er stovnað og rikið av føroyingum, og vit bjóða serstakar ferðir, ið samansjóða luksus, autentisitet og burðardygd.
Sniðgivnar upplivingar fyri hvørt einstakt ferðafólk:
Hjá Faroe Voyage skilja vit, at hvørt ferðafólk er serstakt. Um tú fert einsamallur á ferð, fert at kanna Føroyar við vinum ella fyrireikar eina arbeiðsferð, hava vit teg tín rygg. Frá intimum løtum til stór ævintýr eru okkara ferðaætlanir gjørdar við tín áhuga fyri eyga. Tínar ferðavónir eru okkara hægsta raðfesting, og vit leggja okkum eftir at skapa eina uppliving, ið fer langt út um tínar vónir.
Persónlig tænasta allan vegin:
Vit eru errin av okkara persónligu tænastu. Frá tí løtuni tú kemur, til tú fert avstað, taka vit okkum av øllum smálutum, so tín ferð verður stressfrí og gleðilig. Við okkara víðkaðu lokalu vitan, framúr tænastu og stóra netverki kring oyggjarnar skipa vit upplivingar, sum eru fullkomiliga tillagaðar tíni ynski. Ongin fyrispurningur er ov stórur ella lítil – um tú hevur tørv á hjálp við bílegging, viðmæli um lokal áhugamál ella serligum fyrireikingum undir ferðini, eru vit her fyri at gera tað møguligt.
Ábyrgdarfull ferðavinna:
Okkara arbeiði røkkur longur enn mentanararvur; vit leggja okkum eftir at tryggja, at hvør staður, vit vitja, verður meira vakur og enn betri. Við ábyrgdarfullari ferðavinnu stuðla vit og styrkja minni samfeløg um alt landið, og hjálpa teimum at vaksa.
Góða ferð!
Kom við okkum á eina burðardygga ferð, har mentan, siðaarvur og varðveitsla møtast fyri at bjóða tær eina ektaða føroyska uppliving, sum er eingin onnur. Uppliv Føroyar við einari jaligum ávirkan á samfeløgini og umhvørvið.
Líknandi støð

Chauffeur Services - Limo Services
Um okkum Okkara mál er at veita tænastu av hægstu góðsku og tryggj...

Outdoor Faroe Islands
Outdoor Faroe Islands. Outdoor varð stovnað í 2017 við tí endamáli...

RIB62
Uppliv Føroyar uppá ein nýggjan máta RIB62 bjóðar tær eina serstak...

Faer Isles Distillery
Stødd beint við fantastisku náttúruna í Vestmanna – bara hál...

Visit Tórshavn - webshop
Fá tína ektaðu Tórshavnaruppliving her Føroyar bjóða allar møgulig...

Hiking.fo
Hiking.fo – burðardygg ferðavinna í føroysku náttúruni Endam...

North Atlantic Diving
Snorkling- ella kavaratúrar Leitar tú eftir einum degi við kaving,...

MARKA
Á túr við bóndadóttrini Kom við á eina ferð aftur í tíðina, og upp...