Júst sum fyrr í tíðini nýtir Mylnan steinovn til stóran part av bakstrinum. Tað er meiri arbeiði, men eisini betri dygd og skorpa. Breyðini verða bakað beinleiðis á steininum, og tað er millum annað hetta, sum ger kaldbaksbreyðini, tríkornsbreyðini, speltbreyðini, miðlonbreyðini og langbreyðini til nakað serligt.
Harafturat eru øll breyðini langtíðargingin. Tey ganga tólv, fjúrtan og sekstan tímar. Tí hetta er betri fyri smakkin.
Mylnan hevur í meiri enn 40 ár nýtt súrdeiggj í breyðnum. Súrdeiggið er livandi og bakarin gevur tí at eta hvønn dag og hevur kjúklað um sama súrdeiggj í meiri enn 40 ár. Blandað saman við tí góða mjølinum og føroyska vatninum, fáa vit eyðkenda føroyska rugbreyðið. Súrdeiggið fær breyðið at vaksa og gevur tí rætta súrleika.
Tað er tó eisini umráðandi at hava reint mjøl í posanum. Mylnan nýtir mjøl, ið ikki er viðgjørt við strástyttarum. Hesum leisti hevur bakaravirkið gjørt sær ómak fyri at fylgja í útvið tíggju ár fyri at tryggja bæði skorpu, dygd og heilsu.
Líknandi støð
Samkeyp á Sigmundargøtu
Samkeyp er eitt samtak av keypmonnum og fevnir um 18 handlar kring...
Samkeyp á Grønlandsvegnum
Samkeyp er eitt samtak av keypmonnum og fevnir um 18 handlar kring...
Bónus við Marknagil
Bónus Handlarnar í Tórshavn Bónus, sum upprunaliga stavar úr Íslan...
Bónus Miðlon
Bónus Handlarnar í Tórshavn Bónus, sum upprunaliga stavar úr Íslan...
Mylnan Jónas Broncksgøta
Júst sum fyrr í tíðini nýtir Mylnan steinovn til stóran part av ba...
Mylnan Smyrilsvegur
Júst sum fyrr í tíðini nýtir Mylnan steinovn til stóran part av ba...
Mylnan Handilskjarnin
Júst sum fyrr í tíðini nýtir Mylnan steinovn til stóran part av ba...
FK í Hoyvík
FK, sum er 100% føroyskt og ogn hjá limum felagsins, hevur sum mál...