Earth Hour 2025 túrurin

Kom við til Náttúruterapi jarðartíman 22. mars kl.20.30-21.30.

Tiltakið er til vaksin, og tað er ókeypis.

Vinarliga boða frá í seinasta lagi 5 tímar áðrenn tiltakið, um tað ikki er gjørligt at luttaka.

Lýsing

Kom við til Náttúruterapi jarðartíman 22. mars kl.20.30-21.30.

Vit vera í Hoydølum, og tað vera Jensia Brodersen og Róa Midjord frá Náttúruterapi, sum skipa fyri túrinum. Vit sleppa at royna nøkur amboð, sum tær nýta í arbeiðum við at fáa okkum tættari at náttúruni.

Kl. 20.20 bjóðar Kristianna Winter Poulsen, forkvinna í umhvørvisnevndini í Tórshavnar Kommunu, vælkomin og setur Earth Hour 2025.
Síðani taka Jensia og Róa yvir, har tær yvir bálstaðnum greiða okkum frá Náttúruterapi, og hvussu tímin fer fram.
Aftaná túrin bjóða skótanir bollar og kakao, og vit taka samanum kring bálstaðin, áðrenn farið verður hvør til sítt.

Minst til at taka ein kopp til kakao við.

Tiltakið er til vaksin, og tað er ókeypis.

Har er avmarkaða pláss, so minst til at bíleggja atgongumerki.