Lýsing
Granska Føroyar sæð gjøgnum linsuna á myndatólinum saman við einum royndum landslagsfotografi. Fá nýggjar háttir at fanga tær flottastu myndirnar, lær at fanga ljósið perfekt og far heimaftur sum serkønur fotografur.
PRÍSUR VIÐ FLUTNINGI: Taksturin er fyri bólkin, ikki per persón:
- Einstakur persónur: 3000 kr per dag
- 2-3 persónar: 3700 per dag
- 4 persónar: 4390 kr per dag
Við í prísinum er: Flutningur, ein heilur dagur við fotomøguleikum og persónliga upplæring í myndatøku. Ikki við í prísinum: Máltíðir, tunnilsgjald, ferju- ella haga-avgjøld (har tað er neyðugt)
PRÍSUR FYRI FÓLKI, IÐ KOYRA SJÁLVI: Taksturin er fyri bólkin, ikki per persón:
- Einstakur persónur: 2350 per dag
- 2-3 persónar: 3000 kr per dag
- 4-6 persónar: 3700 kr per dag
Við í prísinum er: Ein heilur dagur við fotomøguleikum og persónliga upplæring í myndatøku. Ikki við í prísinum: Máltíðir, tunnilsgjald, ferju- ella haga-avgjøld (har tað er neyðugt).
FERÐAMÁL: Túrarnir eru skraddaraseymaðir júst til tín tørv. Atlit verður tikið til tín áhuga, títt orkustøði, og tey støðini, ið tú mást síggja. Við í túrinum kunnu eisini verða minni kend støð og goymdar perlur, fyri at tryggja at júst hesin túrurin verður dygdargóður.
LONGD AV TÚRI: Vit bjóða heilar dagar við myndatólinum, fyri at tryggja at tú fær bestu myndirnar, uttan at tíðin leggur trýst á.
TØK TÍÐARSKEIÐ: Alt árið
SAMBAND: Visit Tórshavn (Givið verður 5% avsláttur fyri bókingar skrásettar gjøgnum Visit Tórshavn)