Kom á gátt hjá Williami Heinesen

kr. 100,00

Í sambandi við Huldulitt 1.-9. februar letur Williamshús dyrnar upp fyri gestum.

Randi Kúrberg fer at siga eitt sindur um William Heinesen og um huldu- og trøllaverur hansara. Eisini verður høvi at ganga runt í heiminum hjá Williami Heinesen og kaga inn í skrivismáttuna hjá stjørnuskaldinum undir Varða, sum hann eisini verður nevndur.

Vørunummar: N/A Bólkur: Tag:

Lýsing

Í sambandi við Huldulitt 1.-9. februar letur Williamshús dyrnar upp fyri gestum.

William Heinesen skrivaði søgur um, teknaði og klipti verur við íblástri úr gomlum sagnum um huldufólk, trøll og álvar, og komu hesar verur til lívs við hansara myndum og frásøgum.

Randi Kúrberg fer at siga eitt sindur um William Heinesen og um huldu- og trøllaverur hansara. Eisini verður høvi at ganga runt í heiminum hjá Williami Heinesen og kaga inn í skrivismáttuna hjá stjørnuskaldinum undir Varða, sum hann eisini verður nevndur.

Ein túrur í Williamshús tekur á leið 45 min og kostar 100 kr.

Vel ímillum:

Leyg. 1. februar kl. 14.30 (á føroyskum)
Sun. 2. februar kl. 14.30 (á føroyskum) og kl. 15.30 (á enskum v/ukrainskum tulki)
Leyg. 8. februar kl. 14.30 (á føroyskum)
Sun. 9. februar kl. 14.30 (á føroyskum) og kl. 15.30 (á enskum)

 

Atgongumerkini vera send talgilt á upplýsta teldupostin og tískil vera fysisk atgongumerki ikki send.

 

Tað er avmarkað pláss til hvønn túr. Er ein túrur útseldur, ber til at koma á bíðilista við at senda ein teldupost á torsinfo@torshavn.fo og skriva hvussu nógv fólk tit eru, og um túrurin skal vera á enskum ella føroyskum.

Meiri kunning

Túrar/Tours

Leygardag 1. februar kl. 14.30, Sunnudag 2. februar kl. 14.30, Leygardag 8. februar kl. 14.30, Sunnudag 9. februar kl. 14.30, English: Sunday 2nd February 15:30 (w/Ukrainian translator), English: Sunday 9th February 15:30