Lýsing
Far ein túr til Velbastaðar og njót vakra útsýnið samstundis sum tú venur kroppin við einum tíma av uttandura Flow Yoga við Heibrith. Mátturnar verða lagdarut, og tú fer at arbeiða við styrki, javnvág og útstrekking. Venjingarnar eru samansettar við atliti at andadrátti, og beinanvegin tú byrjar kennist hetta sum balsam fyri sálina. Alt hetta gongur fyri seg á terassuni hjá Heibrith. Tær nýtist ikki at taka annað við enn teg sjálva, og aftaná tíman borðreiðir Heibrith við urtavatn ella te afturvið góðum práti og fuglasangi. Yoga er fyri øll!