
Starvsfólk til Visit Nólsoy
Ert tú fyrikomandi, og hevur tú hug at arbeiða við ferðavinnu í Nólsoy?
Vit bjóða eitt spennandi starv við nógvum samskifti við bæði føroyingar og ferðafólk.
Tú verður partur av Visit Tórshavn, og hevur eitt sterkt toymi av góðum starvsfeløgum.
Tín starvsstaður verður á Ovasavninum í Nólsoy.
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv frá apríl til oktobur, sum er afturvendandi árliga.
Um starvið
Starvið er fjølbroytt, spennandi og til tíðir krevjandi.
Høvuðsuppgávan er at arbeiða í móttøkuni, har tú tekur ímóti ferðafólki og borgarum, svarar fyrispurningum og veitir ráðgeving. Tú mást tola broytingar í uppgávunum, um tørvur er á tí.
Tú hevur dagligu avgreiðsluna hjá Visit Nólsoy, undir Visit Tórshavn, og fer í høvuðsheitum at røkja hesar uppgávur:
- Kunning um Nólsoy sum ferðamál
- Kunning um tiltøk í Nólsoy
- Uppgávan kann fevna um menningaruppgávur í Nólsoy, so sum skelting, Closed For Maintenance, og menning av ferðavinnu í Nólsoy annars, í tøttum samstarvi við restina av Visit Tórshavn-toyminum og aðrar viðkomandi partar
- Uppgávan kann eisini fevna um arbeiði við heimasíðu, sosialum miðlum og annað fyrifallandi arbeiði innan arbeiðsøkið hjá Visit Tórshavn
Hjá okkum eru góðir møguleikar at læra og mennast í einum lívligum umhvørvi, har fáir dagar eru eins.
Arbeiðsdagurin verður merktur av einari breidd av ymiskum uppgávum, har góð kundatænasta og greitt samskifti altíð er í hásæti.
Vit vænta at tú
- hevur lokið miðnámsútbúgving, ella hevur aðrar viðkomandi royndir
- ert tænastusinnað/ur
- dugir væl at samskifta við viðskiftafólk og starvsfelagar
- hevur góðan hug at læra og ert ágrýtin
- hevur kunnleika til og/ella áhuga fyri Nólsoy sum ferðamál
- dugir at skriva og orða teg á føroyskum, enskum og norðurlendskum
Vit bjóða
Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum royndum toymi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum, har tú fært góðar umstøður fyri fakligari og persónligari menning.
Starvs- og lønarviðurskifti
Starvsstaður er hjá Visit Nólsoy, ið fer at húsast á Ovasavninum í Nólsoy.
Arbeitt verður frá 14. apríl til og við 19. oktobur. Visit Nólsoy hevur opið 40 tímar um vikuna, frá mánadegi til og við leygardag.
Til ber at søkja starvið sum fulltíðarstarv ella parttíðarstarv, t.d. har tvey starvsfólk deila tímarnar millum sín.
Løn eftir avtalu.
Umsókn og freist
Umsókn, við lívsrensli og viðkomandi skjølum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 28. februar 2025. Samrøður verða hildnar leypandi. Umsóknin skal sendast umvegis Alfred-skipanina, ella á t-post til tordisb@torshavn.fo.
Starvsbyrjan er 14. apríl 2025, ella eftir nærri avtalu.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Tordis K. á Rógvi Biskopstø, stjóra, á tordisb@torshavn.fo ella tlf. 284008.
Um Visit Tórshavn
Vit arbeiða fyri at kommunan og lívið í kommununi gerst áhugavert fyri øll.
Tað inniber at vit m.a. arbeiða við ferðavinnu, marknaðarføring, menning, kunning um Tórshavnar kommunu og virksemi í kommununi bæði inn- og útlendis, vinnuferðavinnu, at skapa áhuga fyri Tórshavn sum ferðamál, og stuðla handli, íðnadi og mentan, at samskipa tiltøk og karmar, og sølu av veitingum.
Frá 2025 er virksemið hjá Visit Nólsoy lagt undir Visit Tórshavn.