Kom og lurta, tá 130 glaðir sangarar úr Aalborg leggja leiðina framvið Vesturkirkjuni.
Aalborg Gospel Choir undir leiðslu av Henrik Daniel Christoffersen fer við teirra smittandi
lívsgleði og eldhuga saman við vøkru ljóðgóskuni í Vesturkirkjuni, at fylla rúmið við livandi
tónleiki og fagnandi sangi.
Áhoyrarnir kunnu gleða seg til eina orkumikla konsert við løttum huglagi, fangandi
rútmu og møguleika fyri at klappa og syngja við. Flestu sangirnir eru á enskum, men eisini
verður pláss fyri onkrum føroyskum íkasti.
Konsertin er ókeypis og byrjar kl. 20.00. Dyrnar lata upp kl. 19.30
Øll eru hjartaliga vælkomin!