Fyrst á skránni er Ulla Dyrløv. Ulla er sálarfrøðingur, væl umtóktur rithøvundur, fyrilestrahaldari og kend kjakari í Danmark. Hon er háaktuell við nýggju bók síni Spot Mistrivsel, har hon viðgerð orsøkir til mistrivnað millum børn og ung – og kemur samstundis við ítøkiligum loysnum.
Næstur á skránni er Henrik Vestergaard Stokholm, sum helst er kendasti rektari í Danmark og ein vird rødd í kjakinum um trivnað. Henrik er háaktuellur við nógv umrøddu – og fyri summi provokerandi – bókini Det er ikke de unge, den er gal med, det er samfundet.
Tiltakið byrjar við innskriving og morgunmati kl. 8.15. Undirvísingin byrjar kl. 9.00. Aftaná fyrilestrarnar hjá Ullu og Henriki verður Q&A, har luttakarar fáa høvi at seta spurningar. Tiltakið endar kl. 12.00.
(Umframt morgunmat verður eisini okkurt vælsmakkandi í steðginum.)
Prísir:
• 1 atgongumerki: 1.495 kr
• 5 atgongumerki: 1.295 kr/stk
• 10 atgongumerki: 1.095 kr/stk
Trygga tær luttøku við at skriva ein teldupost til salarfrodi@salarfrodi.fo
Les meira um tiltakið á: salarfrodi.fo
Henrik gestur á DR Deadline – https://www.facebook.com/henrik.v.stokholm/videos/692563953330845
Ulla gestur á Go’ morgen Danmark https://www.facebook.com/go.tv2.dk/videos/398840829110682