elin-nora-og-vera-i-smidjuni-i-litluvik
Elin Nora Reines av Viðareiði og Vera á Gørðum úr Klaksvík hava framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 12. – 17. november.
Elin Nora fær íblástur úr náttúruni og umhvørvinum rundan um seg. Hon málar bæði veruleikakendar og abstraktar málningar.
Vera byrjaði at mála sum tannáringur saman við ommu síni. Ein serligur reyður litur, sum omman brúkti, er enn við í øllum hennara málningum. Vera málar mest abstrakt, men eisini veruleikakendar myndir.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og okkurt gott verður eisini til góman!
