

Kenn Teg Sjálva(n)
Á hesum læruríka degi fært tú vitan um teg sjálva(n), og tú kemur tískil tættari uppá at svara:
• Hvør ert tú?
• Hví hugsar og handlar tú, sum tú gert?
• Í hvønn mun er tín persónligheit íborin og/ella tillærd?
• Á hvønn hátt ávirka ótilvitaðir tankar tín gerandisdag, og kanst tú gerast tilvitað um hesar tankar?
• Á hvønn hátt er tín persónligheit við til at hála tínar politisku meiningar til vinstru ella høgru?
• Skilir tú væl kenslur hjá fólki, ella liggur tín styrki í at skilja logiskar skipanir?
• Er í miðal sálarfrøðiligur munur á monnum og kvinnum?
• Hvat fyri slag av tilknýti hevur tú?
• Hvaðani stava tínir triggarar?
• Er tað íborið, at menniskja kann handla ónt?
• Er tað íborið, at menniskja kann handla gott?
Dato og stað: 7. Februar á Hotel Hafnia
Tíð: kl. 9.45 – 15.00
Prísur: 1500 kr
Døgurði, køka, smoothie, kaffi/te og ísvatn við í prísinum.
5 dagar áðrenn skeiðið fært tú eina leinkju við trimum persónligheitstestum. Hesar kanst tú taka áðrenn ella aftaná skeiðið. Úrslitini eru bara til tín.
Tú verður ikki biðin um at avdúka nakað fyri hinum luttakarunum..
Keyp atgongumerki við at skriva til salarfrodi@salarfrodi.fo
