Loading Events
When
02. mars 2026 kl. 08 - 12
Where
Hotel Føroyar

Svend Brinkann – Tað meiningsfulla arbeiðslívið

Kom og hoyr kenda professaran og høvundin Svend Brinkmann, tá hann vitjar í Føroyum og undirvísur við einum inniligum og innihaldsríkum fyrilestri um arbeiðslívið, sum tað er – og sum tað kundi verið:

“Tað skal vera pláss til bæði tey, sum vilja broyta heimin – og tey, sum duga at halda honum uppi.”

Hetta er ein gyltur møguleiki at síggja arbeiðslívið úr einum nýggjum sjónarhorni – har menniskjalig virði ikki bara javnviga trýst og effektivitet, men eisini eru lykilin til eina varandi og haldføra framgongd á tínum arbeiðsplássi.

Brinkmann setur sjóneykuna á týdningin av at skapa arbeiðspláss, sum rúma ymiskleika og menniskjaligum førleikum, heldur enn einans at krevja støðugan fleksibilitet og effektivisering. Hann spyr:
Hvussu kunnu vit skapa eitt arbeiðslív, sum gevur meining – fyri fleiri?

Skráin fyri dagin

📍 Hotel Føroyar
🕓

07:45 – 08:30: Morgunmatur og innskriving
08:30 – 10:00: Fyrilestur við Svend Brinkmann
10:00 – 10:20: Steðgur
10:20 – 12:00: Framhald av fyrilestri
12:00: Takk fyri hesuferð