

Tey av Kamarinum til HEIÐURS – Kom og syng við!
Eitt hugnaligt og serligt kvøld við tónleiki, hugleiðingum og góðum stemningi.
Tónleikinum standa Eyðun Mohr Hansen og Jan Grønalíð fyri saman við forsangarum.
HERBORG TORKILSDÓTTIR & NJÁL REINERT-PETERSEN gestasangari framførir løg hjá Teimum av Kamarinum.
Set tíð av hetta kvøldið, tak tín VALENTINE við, og uppliv kendu løgini hjá Teimum av Kamarinum – Til livandi tónleik syngja vit kendu og elskaðu løgini, sum »Tá kvøldið kemur«, »Mær leingist«, »Tann vinurin kæri« og fleiri aðrar.
Um onkur hevur hug at framføra ein sang hjá Teimum á Kamarinum hetta kvøldið so er hetta møguligt! Setið tykkum í samband við okkum, áðrenn tiltakið byrjar, á info@hugmynd.info ella ring til Drós á 227055.
GG! Tað ber til at fáa elevator upp til Klubban
