Oyggjadagur í Hesti – Niðan á Snið og norður á Møl

From: kr. 275,00

Seinasta freist at bíleggja hendan túrin er fríggjadagin 12. juni kl. 15.00

 

Hald teg neyvt til skránna fyri túrin, ið sæst longri niðri á síðuni.

GG! Tað ber ikki til at fáa endurgjald fyri bílegging, uttan so at túrurin verður avlýstur.

Í bygdini vera ymisk spøl, rundvísingar og tónleikaframførslur við Martin Joensen og Elin B. Heinesen.

Íroknað kostnaðinum eru flutningur millum oyggjarnar og gongutúrur við ferðaleiðara.

Ymiskt undirhald verður í bygdini: rundvísing í kirkjuni, tónleikaframførslur og spøl.

Category:

Description

Túrur 6 út i Hest – Niðan á Snið og norður á Møl

Túrurin tekur uml. 3,5 – 4 tímar við ferðaleiðara. Túrurin er rímiliga lættur at ganga, men onkustaðni er eitt sindur bratt. Vit vilja ikki viðmæla túrin til smá børn og illa gongd.

 

Skrá:

Kl. 8.35 – farið verður av Gomlurætt við Erlu Kongsdóttir

Kl. 9.00 – gongutúrurin Niðan á Snið og norður á Møl byrjar

Kl. 13.00 (uml.) – gongutúrin er liðugur

Kl. 13.00 – rundvísing í kirkjuni

Kl. 13.30 – Martin Joensen framførir í svimjihylinum

Kl. 14.15 –  Elin B. Heinesen framførir

Kl. 14.50 – farið verður við Erlu Kongsdóttir (øll sum hava verið við gongutúrin mugu heim við hesum túrinum. Velur man at steðga til kl. 19.05 er neyðugt at keypa ferðaseðil til tann túrin afturat.)

 

Bert kontant søla: Afturat hesum verður søla av smyrjibreyði, einum rætti við føroyskum lambakjøti, vaflir og kaka, kaffe, the og saft.

Somuleiðis verður krabba- og skattaveiða fyri børnini og eisini ber til at spæla fótbólt og krita í bygdini.