Loading Events
Nær
27. juli 2026 kl. 16 - 16:01
Hvar
Vaglið
Prísur
Ókeypis atgongd

Faroe Pride

FAROE PRIDE 2026 🏳️‍🌈🏳️‍⚧️

Aftur í ár verður Faroe Pride 27. juli. kl. 16.00!

Upphitingin byrjar við Tórsvøll kl. 15.00, har vit bjóða ókeypis andlitsmáling og deila fløgg út. Eisini verður høvi at stuðla arbeiðinum hjá LGBT+ Føroyum við at keypa okkurt drekkandi 🍻 ella merch frá okkara sølubúð ❤️🧡💛💚💙💜

Kl. 16.00 fer skrúðgongan til gongu frá Tórsvølli. Komin oman á Vaglið verður ókeypis konsert.

Faroe Pride er dagurin, har vit seta lit á havnargøtur og fegnast um tey framstig, sum eru hend í Føroyum. Samstundis er hetta eisini dagurin, har vit varpa ljós á øll tey rættindi, sum enn mangla í stríðnum fyri javnrættindi til LGBT+’arar, eitt nú løgfrøðiligt kynsskifti 🏳️‍⚧️

LGBT+ Føroyar heitir á allar føroyingar, ið ynskja einar fjølbroyttar, javnrættar og rúmligar Føroyar, um at møta fjølment upp til Faroe Pride 2025 🥰

Saman kunnu vit vísa, at føroyingar vilja hava eitt samfelag, sum virðir rættindi til LGBT+-persónar.