Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Vitja okkara mongu standmyndir og minnisvarðar

Hava tú og tíni einki á skránni í vikuskiftinum? Her er eitt øðrvísi hugskot! Fyrireikið eina rundferð, har tit ganga býin á tamb og skoða tær mongu standmyndirnar og minnisvarðarnar, sum prýða høvuðsstaðin. Gloymið ikki myndatólið!

Vættrabørn spæla krógva og blunda

Standmyndir úr glasaðum brendum leir eftir Napoleon Smith, 2025

Viðarlundin í Kollafirði varð gróðursett í tveimum stigum, fyrstu ferð í 1992 og aftur í 1994. Skógrøktin gav kommununi ráð og vegleiðing, og var eisini við til at skipa sjálva plantingina, sum dagrøktarmammur, skúlin og foreldur tóku lut í saman við starvsfólkum hjá kommununi. Tað vóru børnini, ið plantaðu trøini í viðarlundini, og øll fingu eitt skjalprógv, sum vísti á júst tað træið, sum tey høvdu plantað.

Napoleon Smith hevur framleitt trý spælandi vættrabørn, við hvør sínum uppruna, við tí endamáli, at øll børn skulu føla seg sædd, hoyrd og vird.

Fagnaðartræ

Standmynd eftir Edward Fuglø, 2024

Andrea Árting stríddist fyri teimum, ið høvdu tað tungt, og sum forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag stríddist hon fyri javnrættindum millum menn og kvinnur.

Andrea var ein býarmynd. Hon tosaði við øll – bæði børn og vaksin. Hon hevði viðmerkingar um tað, sum hendi í býnum og fregnaðist altíð við áhuga, tá hon kom framvið, har tiltøk vóru.

Hóast Andrea búi í Havn, so hava hennara avrik týdning fyri allar Føroyar. Andrea arbeiddi fyri at gera Havnina og Føroyar til eitt betri samfelag.

Standmyndin, ið berur navnið “Fagnaðartræ”, fagnar fyrst og fremst Andreu Árting, men eisini føroyskum kvinnum, sum heild; hon fagnar tí kvinnuliga í føroyska samfelagnum.