Matur & drekka
Forkela smakkleykirnar: Tað besta, ið Havnin hevur at bjóða
Í hjartanum í Havn finnur tú eina rúgvu av matupplivingum – alt frá hugnaligum, lítlum kaffistovum til fyrsta floks matstovur. Høvuðsstaðurin hevur eina ørgrynnu at velja í, tá tú ætlar tær út at eta. Bæði serføroyskt, útlendskt og fusión.
Bílegg borð í góðari tíð – serliga um vikuskiftini.
Hvar skulu vit eta?
Fá íblástur her
Heimablídni: Autentiskt og ógloymandi
Fyribrigdið ‘heimablídni’ hevur vundið upp á seg, og tað sær út sum, tað er komið fyri at vera. Og tað er gott. Tí finst nakað hugnaligari enn at eta heima hjá fólki, sum tú veitst hava gingið og stákast allan dagin og glett seg til at kunna hjúkla um sínar gestir?